Hósmorgunin kl. 08:10 vóru tveir námsfrøðiligir fyrilestrar á Glasi um eftirmeting. Fyrilestrarnir vórðu stroymdir á leinkinum her.

Um tær báðar, sum hildu fyrilestrarnar:

Lene Tanggaard: cand. psych., ph.d., professari, rektari á Kolding Designskole. Lene Tanggaard er nógv umbiðin, er javnan í donsku miðlunum, har hon ofta kjakast um skúlamál. Hevur skrivað ph.d. um læringshugtakið við serligum atliti at meistarlæru. Lene Tanggaard hevur skrivað nógvar bøkur, m.a. ”Læringsglemsel” (2018), har hon kritiserar tíðarinnar fokus á stýring og testir.

 

Theresa Schilhab: dr.pæd. granskingarleiðari, neurolívfrøðingur, ph.d. Theresa Schilhab er í løtuni granskingarleiðari á eini verkætlan, sum kallast naturligteknik.dk, sum kannar nýtsluna av tøknini hjá børnum í mun til náttúruupplivilsi. Sum heild er fokus hjá henni, hvønn týdning sansir hava í mun til læring.