Vísindaligir fyrilestrar: 8/10 kl. 18: Á ferð út í sólskipanina
25. sept. 2019
‘Hunting exoplanets and life in the Universe’
Týsdagarnar 8/10, 12/11 og 19/11 verða almennir vísindaligir fyrilestrar stroymdir beinleiðis í stóra fyrilestrarsalinum á Glasi – og øll eru vælkomin. Fyrilestrarnir eru allir kl. 18, og teir eru ókeypis.
Fyrsti fyrilesturin, 8/10, er við astrofysikaranum Hans Kjeldsen. Annar fyrilesturin, 12/11, verður við geofysikaranum David Lundbek Egholm og geologinum Nicolaj Krog Larsen. Og triðji fyrilesturin er við zoofysiologinum Tobias Wang.