Heimurin bølist yvir nógvum stórum og umráðandi tíðindum. Mannaættin livir longur og betur enn fyrr. Sum heild gongur alt nógv betur, enn vit halda. Hesum fer stjórin fyri Heimsins Bestu Tíðindum, Thomas Ravn-Pedersen, at greiða frá í innganginum til fyrilestur sín. Harvið leggur hann støði undir innlit í framtíðina, har fátækt, ójavni og veðurlagsbroytingar framvegis hótta mannaættina. Tíbetur hava vit eina ætlan, sum áðrenn 2030 skal loysa allar stórar trupulleikar fyri «people & planet»: heimsmálini. Málini eru samtykt í sátt og semju í ST og fevna um 17 høvuðsmál og 169 deilmál við tí endamáli at fáa okkum øll at arbeiða fyri einum burðardyggum heimi.

Fyrilesturin verður á Glasi tann 6. november kl. 14:15.