Hevur tú uppgivið at læra støddfrøði? Kennist tað, sum grundarlagið hjá tær er ov veikt? So er hetta skeiði júst nakað fyri teg, sum skal byrja á miðnámi. Endamálið við skeiðinum er at kveikja áhugan fyri støddfrøði hjá næmingum, sum hava uppgivið at læra støddfrøði.

Skeiðið er ætlað næmingum, sum byrja á miðnámi í summar. Tí svarar støðið til 9. flokk og markamótið til miðnám. Vit ásanna, at næmingar, sum velja hetta skeiðið, hava havt støddfrøði í 9 ár uttan at hava fangað støddfrøðina. Vit fara tí at undirvísa á ein umfevnandi og rannsakandi hátt, har næmingurin upplivir sjálvur at finna svarini og at fáa sjálvsálit innan støddfrøði.

Næmingarnir koma millum annað at arbeiða við:

Trigonometri: Sinus, Cosinus & Pythagoras
Prosentrokning
Líkningum

Luttakararnir verða skipaðir í 3 ymisk lið við 15 luttakarum á hvørjum liðið. Skeiðið er 6 dagar, har fyrsti dagur er 15. juli og síðsti dagur er 4. august

Dagar: 25. 26. og 27 juli og 2. 3. og 4. august
Tíðir: Undirvíst verður allar dagar frá klokkan 9-14:30
Undirvísari: Pætur Jákupsson
Stað: Reyði handilsskúlabygningurin (bygningur 700 á Glasi)
Skeiðsluttakarapláss: 45
Prísur: 2.800 kr.
Tilmeldingarfreist: 26. juni 2022
Tekna teg til skeiðið talgilt á hesum leinki.

Skeiðið verður fyriskipað av Skeiðsdeplinum. Rokning verður send skeiðsluttakarum áðrenn skeiðið byrjar.