Í dag fekk Mille Henriksen húgvuna á høvdið sum ársins fyrsti studentur á gymnasialum miðnámi á Glasi í Hoydølim. Mille var uppi í donskum, og 12-talið var ein væl uppiborðin endi á trimum árum í Hoydølum. Sum siður er vindur fyrsta pisan føroyska flaggið á stong á fløtuni í Hoydølum. Veðrið varð ikki tað besta, men við góðari hjálp frá húsavørðinum Jógvani Garðsá fekk Mille flaggið upp í vindinum. Hetta er seinastu ferð, at pisur fáa húgvu í Hoydølum. Næsta skúlaár verður tað fyrstu ferð, at studentar fáa húgvu á høvdið á Glasi í Marknagili.

Vit á Glasi ynskja Mille hjartaliga til lukku.