Seinastu dagarnar hava bilsmiðulærlingar verði til sveinaroynd, tann fyrsta av sínum slag á Glasi. Lærutíðin hjá bilsmiðjum er 4 ár, harav 56 vikur skúlagongd, sum hesa vikuna endaði við sveinaroynd.

Hóast karmarnir á bildeildini eru nýggir, eru umstøðurnar sera góðar og skoðanarmeistararnir lótu væl at umstøðunum og royndini.

Skoðanarmeistararnir vóru Karl Vidtfeldt og John Hendrik Poulsen og lærararnir hetta seinasta skúlaskeiði vóru: Torolvur Samuelsen, Páll Árni A. Berg og Eirikur Ó. Simonsen.

Frá vinstru:

Izaac Ochondo, Hoyvík, í læru hjá Waag í Tórshavn, Fríði Meinhardson, Søldarfjørður, í læru hjá Wenzel í Tórshavn, Tummas Óli E. Olsen, Tórshavn, í læru hjá Wenzel í Tórshavn, og Arnold West, Hvalba, í læru hjá Sp/f Biltek í Trongisvági.