Fyrsti skúladagur á Glasi

6. august 2018

Skúlin byrjar aftur hósdagin 16. august.

Nýggir næmingar og lærlingar møta kl. 08:10. Á skránni er m.a. kunning um árið, rundvísing á skúlanum, fyrilestur, flokkssavnan saman við kjarnutoymi og ymsa kunning um skema, ársætlan o.a. Dagurin endar við ábiti í kantinuni kl. 14:20.

Serligt skipað miðnám: Allir næmingarnir møta kl.12.30

Næmingar á 2. og 3. ári møta kl. 12:45. Á skránni er m.a. rundvísing, fyrilestur og kunning. Dagurin endar við ábiti í kantinuni kl. 15:30.

Lærlingar á 3. skúlaskeiði byrja mánamorgunin 20. august kl. 09:00.