Jónleyg Joensen og Teitur Ellingsgaard eru fyrstu bachelorar í Altjóða Handil og Marknaðarførslu (AHM) í Føroyum. Hósdagin fingu tey bæði sum tey fyrstu nakrantíð í Føroyum prógv í AHM.

Glasir byrjaði bachelor-útbúgving í AHM í 2024. Hetta er ein hálvtannað ára top-upp útbúgving aftrat tvey ára grundútbúgving í Marknaðarførslubúskapi (MBÚ), Fíggjarbúskapi (FBÚ) ella líknandi.

10 lesandi hava gingið á AHM á Glasi, og øll stóðu royndina í farnu viku.

Glasir tekur upp lesandi til MBÚ og AHM í summar. Les meira um hesar útbúgvingar og aðrar á Hægri Námi á hesum leinki.