TAÐ VAR STÓRUR DAGUR Á HÆGRI NÁMI Á GLASI TÝSDAGIN 22. JULI, TÁ 37 LESANDI FINGU PRÓGV EFTIR AT HAVA STAÐIÐ ‘FÍGGJARBÚSKAP’ OG ‘TÆNASTUBÚSSKAP’ OG FYRRA PART AV HD. AV TEIMUM 37, SUM FINGU PRÓGV, VÓRÐU 16 LESANDI, SUM ERU TEY FYRSTU NAKRANTÍÐ, SUM FINGU PRÓGV Í TÆNASTUBÚSKAPI HER Í FØROYUM.

(myndir við nøvnum á teimum, sum fingu prógv, eru niðast í greinini)

Fíggjarbúskapur og Tænastubúskapur eru yrkisakademiskar útbúgvingar, sum taka tvey ár, íroknað starvsvenjing og próvtøkuverkætlan, og eru rættiliga vinnuvendar. Tænastubúskapur er ætlað øllum, sum starvast innan tænastuvinnuna ella hava áhuga í at menna hesa vinnu. Útbúgvingin er nevnd beinleiðis í nýggja álitinum um vinnuferðavinnu, sum Tórshavnar Kommuna legði fram fyrr í juni. Nýggjar útbúgvingar eru eisini ein týðandi táttur í teimum 164 ítøkiligu tilmælunum, sum Vakstrarforum legði alment fram tann 14. juni í ár.

Á hátíðarløtu fyri teimum lesandi, sum í dag fingu prógv á Hægri Námi á Glasi, legði gesarøðarin Helena Dam á Neystabø fyri við at undirstrika týdningin av útbúgving og førleikamenning í einum samfelag, har broyting er einasti konstanturin. Steinbjørn Hardlei, rektari, sum hevur sitið í arbeiðsbólki í samband við frágreiðingarnar hjá Vakstrarforum, vísti á, hvussu týðandi tað er, at vit menna nýggjar útbúgvingar, sum stimbra førleikar, sum føroyska samfelagið tørvar – og at hesar útbúgvingar kunnu nemast her. Á Hægri Námi á Glasi eru ætlanir um at stovna nýggjar útbúgvingar á hvørjum ári og sostatt økja um lestrarmøguleikarnar.

Nýggir flokkar í august

Í august byjra fleiri spennandi útbúgvingar á Hægri Námi. Fyri tey, sum koma av miðnámi, eru liðug at læra ella ynskja at útbúgva og menna seg víðari, bjóðar Glasir hesar útbúgvingar:
•       Tænastubúskap (hotell og matstovur, ferðavinna, events, ítróttur, almennar tænastur o.a.)
•       Fíggjarbúskap (bankar, trygging, sethúsasøla og búskapur)
•       HD (grannskoðan, bankar, trygging, búskapur o.t.)
Tænastubúskapur og fíggjarbúskapur eru yrkisakademiskar útbúgvingar, sum geva 120 ECTS-stig. Tær taka tvey ár og geva umframt beinleiðis arbeiðsførleikar eisini møguleika at lesa víðari til professiónsbachelor. Tær geva eisini lestrargóðkenning (meritt) til aðrar bachelorútbúgvingar.

Fríða Weyhe, lesandi á Tænastubúaskapi, segði í røðu á hátíðarløtuni, at tað hevði verið ein frægd at upplivia, hvussu væl vinnnan hevur tikið ímóti teimum lesandi, bæði í starvsvenjing og á teimum yvir 20 virkisvitjanum, tey hava verið á seinastu tvey árini. Hon vísti á, at samstarvið við lærar og fyritøkur og samanhaldið millum tey lesandi – sum eru í ymsum aldursbólkum – hevur gjørt lestrartíðina bæði stuttliga, mennandi og fakliga avbjóðandi.

Nýggir flokkar í bæði Fíggjarbúskapi og Tænastubúskapi byrja í august, og umsóknarfreist er 1. juli. Tú kanst søkja inn á allar hesar útbúgvingar nú umvegis glasir.fo ella á innskriving.glasir.fo.


Mynd 1, Tænastubúskapur (aftast frá vinstru): Jákup Bech Jensen, udirvísari, Anita Andreasen, Hjørdis Djurholm, Jelena Radinovic-Panic, Karl Marius Dahl, Fríða Weihe, Hildur Joensen, Anna Sára Leifsdóttir Skaalum, Gunnleyg Mikkelsen, Ruth Absalonsen, Beata Leifsdóttir Skaalum, Bjørk Eyðfinnsdóttir, Jónleyg Joensen, Rósa Maria Egholm Reinert, Guðrun Marna Eyðfinsdóttir, Beinta á Bøgarði


Mynd 2, Fíggjarbúskapur (aftast frá vinstru): Turið Weihe Reinert, Maria Nattestad, Eline á Roykheyggi, Barbara Næss Gunnarsson, Óluva Dam Jarnfoss, Tórður Geyti Jacobsen, Petur Ingvar Bjellvåg.


Mynd 3, HD, fyrri partur (aftast frá vinstru): Beinir Johannesen, Bogi Olsen, Inga Thorkildshøj, Inga Weihe, Rannva Briansdóttir, Kristina av Húsabrúgv, Martin Nielsen, Jógvan Sólheim Heinesen, Kaj Johannesen