Fyrsta umfarið av Georg Mohr kappingini 2022 fór av bakkastokki 23. novembur, og aftur í ár var góð føroysk umboðan í støddfrøðis kappingini á Glasi.
Kappingin er í tveimum umførum, og har vóru heili 16 næmingar, ið vunnu seg víðari til annað umfarið. Hetta er eitt sera gott úrslit, tí torleikastigið er høgt fyri slíkar næmingarkappingar.
Hósdagin 2. desembur var handan av heiðursbrævi fyri øll, sum kláraðu seg víðari frá 1. umfar. Øll vóru ikki tilstaðar, men myndir av tiltakinum og nøkrum nøgdum næmingum eru at finna niðanfyri.
Næsta og avgerandi umfarið av GM verður 11. januar, og tá fáa hesir næmingar møguleikan at vinna tann heilt stóra heiðurin: