Nógvar ymiskar verkstovur vóru til temadagarnar á Glasi 7. og 8. desember – á leið 30 verkstovur samanlagt.

M.a. var tónleikaverkstova á skrá. Henda verkstova hevði vitjan av Hans Jacob Kollslíð um at skriva tekstir og Hans Poulsen um at skriva og leggja til rættis løg og tónleik.

Nakrir næmingar á tónleikaverkstovuni tóku avbjóðingina á seg, og skrivaðu ein nýggjan sang, sum varð framførdur á temadøgunum.

Teir, ið mannaðu bólkin, vóru: Heini Hofgaard Johannesen, bass, Alfred Moyell Johansen, trummur, Justin James Villanueva, Saxofon, Treysti Holm, gittara, Jónas Reinert Vesturklett, sang, Helge Marius Greve, klaver, og Ólavur Tyrni Hátún, slagverk.

Til ber at hoyra hetta lag – Gev mær frið – í videobrotinum niðanfyri.