Hesa kunningina hava vit fingið frá Tórshavnar kommunu:
Ferðslubroytingar eru gjørdar, fyri at avmarkað bilrøðirnar frá sunnara avsetingarplássi við Glasir og niðan til Marknagilsvegin – sí mynd niðanfyri.
– Leiðin til at seta fólk av á sunnara avsetingarplássi við Glasir, er framyvir smidligast, um koyrt verður eftir
Hans Andriasar gøtu og síðani eftir Janusargøtu norðureftir.
– Tilrátt verður at norðrara avsetingarplássi (við Handilsskúlan) verður meira brúkt, tí har er ferðslutrýsti ikki so stórt.