Í farnu viku luttóku næmingar frá evnafrøði A í Drughunters kappingini fyriskipað av medisinalfyritøkuni Lundbeck.

Næmingarnir á 2. og 3. árið høvdu gjørt ein postara um eina heilasjúku og løgdu harumframt fram munnliga fyri dómarum og hinum luttakarunum. Kappingin gekst sera væl og stóðu næmingarnir seg væl, tó uttan at vinna. Postararnir kunnu síggjast á 6. hædd í stovu 605-607 her á Glasi.

Næmingarnir høvdu gjørt ein postara um eina heilasjúku, ið tey hildu eina stutta framløgu um í kappingini. Næmingarnir kappaðust við danskar evnafrøðisnæmingar um besta postaran.

Harumframt var vitjað á fyritøkunum Chr. Hansen og Haldor Topsøe, har tikið var sera væl ímóti okkum, og har næmingarnir kundu síggja ástøðina í verki.

Luttakandi frá evnafrøði á 2. ári vóru: Anna Birna Restorff, Hanna Niklasardóttir Samuelsen og Brynhild Elisdóttir Joensen.

Luttakandi frá evnafrøði á 3. ári vóru: Jóhanna Maria Andreassen, Jón Martinsson Brodersen og Frida Holm Jacobsen.

Lærarar vóru Christina Nolsøe og Maria Chun Nielsdóttir.

Glasir ynskir teimum tillukku við góða avrikinum 🙂