Fyri 1½ árið síðani byrjaði ein flokkur á Glasi uppá útbúgvingina Innovatión og íverksetan. Nú hava 9 lesandi tikið prógv sum professiónsbachelorar.

Felags fyri tey er, at tey frammanundan hava tikið eina styttri útbúgving á Glasi, annaðhvørt Marknaðarførslubúskap ella Framleiðslutøkni. Samlaða útbúgvingarleiðin hevur sostatt verið 3½ ár.

Á myndini eru (frá vinstru):

Steinbjørn í Dali (undirvísari), Jóhanna Thomsen, Turið Eivindsdóttir Clementsen, Jógvan Simonsen, Lív í Ólastovu Árnastein, Sveinur Høgnason, Birita Jacobsen, Rói Hammershaimb Hansen, Heri Olsen, Brynleivur Hansen, Finn Jensen (undirvísari) og Jákup Bech Jensen (undirvísari)

Vit ynskja teimum  tillukku við útbúgvingini.

Útbúgvingarnar framleiðslutøkni, marknaðarførslubúskapur, og innovatión og íverksetan, verða allar bodnar út aftur í summar.