Tíðin millum jól og føstulávint er dansitíð, og tí varð ringur sligin á felagsløtuni á Glasi tann 7. januar, har vísurnar Flóvin Bænadiktsson og Í Gøtu ein dag vórðu kvøddar.

Gunnar Restorff, undirvísari á Glasi og kent kvæðafólk, skipaði fyri dansinum.

Føroyskur dansur verður aftur á skránni 5. februar.

Niðanfyri er eitt videobrot frá tiltakinum.