Glasir er við á Lívsstílsmessuni (LSM)

3. mai 2018

Leygardagin og sunnudagin er árliga Lívsstílsmessan í stóru høllini á Hálsi. Á básinum hjá Glasi kanst tú kunna teg nærri um hægri útbúgvingar og skeið, sum Glasir hevur á breddanum í heyst. Hoyr um fulltíðarútbúgvingarnar Fíggjarbúskapur og Byggitøkni, um HD fyrra og annan part, um Diplom-útbúgving í leiðslu, um Akademi-útbúgvingina í nýggjum og broyttum hami og um øll skeiðini, sum Skeiðsdepilin hevur á breddanum.

Vitja bás okkara á LSM og fá eitt dygdargott lestrarprát við undirvísarar og lesandi á Glasi.