Vika 43 er fjølmentanarvika í Føroyum, har fjølmentanin verður fagnað við ymiskum tiltøkum.
Tað er Tórshavnar Kommuna, sum skipar fyri tiltakinum. Heitt hevur verið á stovnar og fyritøkur um at vera við, og vit á Glasi hava gjørt av at takka ja til innbjóðingina.
Vit fara at fagna fjølmentanini í viku 43 á Glasi við at leggja serligan dent á lond, sum eru umboðaði á Glasi, við tað at fólk úr hesum londum arbeiða her. Eitt land um dagin.

Tað fer heilt bókstaviliga at anga og smakka av hesum londum í viku 43, tí matarlepin í kantinuni verður úr tí landi, sum vit seta sjóneykuna á tann einstaka dagin.
Bókasavnið á Glasi fagnar eisini fjølmentanini við bókmentum úr ymsum londum. Í døgurðasteðginum mánadagin og hósdagin verður høvi at hoyra bókmentir lisnar upp á ymiskum málum.
Fjølmentanarvikan hevur sum endamál at samansjóða okkum tvørtur um landa- og mentanarmørk. Hetta verður gjørt við at vera saman um framførslur, spæl, fyrilestar og onnur sosial tiltøk. Vit fara sum nevnt at leggja dent á matin og fólkini á Glasi.
Vikan snýr seg um at stimbra felagsskapskensluna. Sambært skilhaldsreglunum fyri Glasir, so vilja vit, at Glasir er eitt stað, har tað er gott at vera hjá øllum. Eisini tí vilja vit stuðla og vera við í einum tiltaki sum fjølmentanarvikan.