Sum liður í samanleggingartilgongdini hevur Glasir ment nýggja heimasíðu. Andlitið úteftir er ein liður í at sameina samskifti á Glasi. Vit eru errin av heimasíðuni, sum nú er almenn á glasir.fo. Hon er ment í tøttum samstarvi við felagið Beak á Toftum. Saman við teimum báðum mennarunum á Beak, Pól Andrias Larsen og Levi á Torkilsheyggi, hava vit lagt dent á, at nýggja heimasíðan skal verða løtt og intuitiv at nýta, skillig, snøgg og funktionell.

“Samanleggingin gerst meira ítøkilig, nú bygnaðurin á Glasi er mannaður og vit samstarva meira og meira. Ein felags heimasíða – andlitið úteftir – er enn ein liður í tilgongdini sameina okkum á Glasi,” sigur Bogi Bech Jensen, rektari. Og samanleggingin sæst eisini aftur í kunnningini til nýggjar næmingar, sum ætla sær undir útbúgving komandi skúlaár. Fyri fyrstu ferð er upptøka av nýggjum næmingum á miðnám felags á Glasi. Felags kunningartiltak verður mánakvøldið 6/3 kl. 19 á Glasi í Hoydølum. Har kunnu foreldur og næmingar, ið ætla at søkja inn á eina av útbúgvingunum á Glasi, seta seg nærri inn í útbúgvingartilboðini á Glasi. Á nýggju heimasíðuni er kunningarfaldari um útbúgvingarnar og leinki til tilmelding.