Tað kann ikki fjalast, at tað stundar til jóla, og í hesum døgum er Glasir jólaprýddur.

Flokkurin 22r á Skapandi Fyrireikingarbreytini hevur staðið fyri at pynta saman við Randi Samsonsen, lærara í tilvirki.

Eisini hava húsavørðarnir verið í gongd við at hongja upp og knýta í, so rættiligur jóladámur er á Glasi.

Niðanfyri nakrar myndir frá arbeiðinum og úrslitinum.