Big Builders er ein áhugabólkur av LEGO-entusiastum, sum hava sett sær fyri at byggja modell av bygningum, sum BIG (Bjarke Ingels Group) hava teknað. Helgi Toftegaard tók stig til átakið í 2016. LEGO-entusiastar úr ymsum londum settu seg saman at byggja modell av bygningum í Danmark, Svøríki, Føroyum, Bahamas, Taiwan, Kina og USA.

Glasir eru millum bygningarnar. Modellið av Glasi varð liðugt, áðrenn sjálvur bygningurin – men nú nærkast, og flytingin í nýggja bygningin er so smátt byrjað. Meira verður at frætta um flytingina seinni. Niðanfyri síggjast myndir av LEGO-modellinum av Glasi.