Nýggj tøl frá Hægri Námi á Glasi vísa, at bara ein fimtingur av elstu miðnásmsskúlanæmingunum ætlar at útbúgva seg víðari í Føroyum.
Hagstovan hevur leingi víst á døpur tøl um stóru og ungu fráflytingina úr Føroyum, og at bara helvtin av teimum kemur aftur higar. Hetta hevur stórar avleiðinginar bæði sosialt og fíggjarliga.
Nú vísa nýggj tøl frá Hægri Námi á Glasi, at støðan er ring.
Á Markleysari Útbúgving í Norðurlandahúsinum í síðstu viku spurdi Finn Jensen, dekanur, miðnámsskúlanæmingarnar, hvar tey ætlaðu at taka sína hægri útbúgving. Yvir 550 ganga á seinasta ári á miðnámi, og 262 svaraðu spurninginum.
Bara 22 prosent svaraðu, at tey vildu taka sína útbúgving í Føroyum. Restin ætlar sær av landinum, nógv tann størsti parturin til Danmarkar.
Hægri Nám á Glasi hevur undanfarin ár gjørt líknandi kanning, og úrslitini í ár eru sambærlig við undanfarin ár.
– Tað letur til, at vit hava eina varðandi avbjóðing, at ungdómurin flytir av landinum at lesa við tí fyri vanda, at tey ikki koma aftur. Vit mugu hava nøktandi tilboð til tey ungu, skulu vit fáa tey at velja Føroyar sum útbúgvingarland, sigur Finn Jensen, dekanur á Glasi.
Á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum vóru Setrið, Hægri nám, Yrkisdepilin og aðrir føroyskir útbúgvingarstovnar umboðaðir. Har vóru eisini hægri lærustovnar úr mongum øðrum londum.
– Hetta eru sera døpur tøl, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
– Vit hava nógvar góðar útbúgvingar í Føroyum, bæði á Setrinum, á Hægri Námi, Vinnuháskúlanum o.s.v. Men vit síggja væl, hvar skógvurin trýstur mest. Tey útlendsku universitetini dyrgja eftir føroyskum ungum við góðum møguleikum fyri lestrarbýlum, og her eru Føroyar bara ikki kappingarførar. Ung vilja standa á egnum beinum, og tað er spell, at meginparturin av okkara ungu kennir seg noyddan at fara av landinum at gera tað, sigur hann.