Fríggjadagin 5. apríl 2019, var Meinhard Jensen, ið dagliga undirvísir í enskum á Kambsdali, liðugur á Glasi við tann verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgving síni í enskum. Hann er samstundis fyrsti kandidaturin, sum hevur lokið prógv í nýggja bygninginum á Glasi. Sostatt var ongin áðrenn Meinhard. Vit ynskja honum hjartaliga til lukku.
Vegleiðarar hava verið Vónbjørt Tróndheim og Súsanna Debes Hammer.
Á myndini eru frá vinstru:
Vónbjørt Tróndheim, vegleiðari, Egil D. Jacobsen, Námsleiðari, Meinhard Jensen, Súsanna Debes Hammer, vegleiðari og Kalpana Vijayavarathan, uttanhýsis próvdómari.