Tá vinnararnir av listakappingini Kørners Kunstkonkurrence herfyri vóru avdúkaðir, var eitt føroyskt navn millum tey útvaldu. Talan er um Eydnu Ejdesgaard Hansen, hvørs verk er millum tey 29, ið vórðu útvald av tilsamans 610 innsendum verkum.

Hóast Eydna Ejdesgaard Hansen tók studentsprógv á Glasi í fjør, so hevur hon verið stakgreinalesandi í myndlist nú tað gjørdist møguligt at lesa lærugreinina á A-stigi.

Listakappingin er uppkallað eftir listamanninum John Kørner, ið er kendur danskur listamaður, sum í fleiri umførum hevur arbeitt og framsýnt í Steinprent í Havn. Evnið í ársins kapping er “HART”.

Sambært tíðindaskrivi frá fyrireikarunum megna tey 29 útvaldu verkini at viðgera og kanna evnið á áhugaverdan, originalan og munagóðan hátt.

Heitið á verkinum hjá Eydnu Ejdesgaard Hansen er “Dyrki, vill, sjúk og eg fekk ikki skorið dunnuna” og tøknið er oljukrit á pappír. Tað harða hómast bæði fagurfrøðiliga og innihaldsliga í myndunum, sum útstilla sexualisering og niðurgering av kvinnum í lýsinginum

Ætlan er at framsýna úrvalsverkini á Arken og Vendsyssel Kunstmuseum, men av tí, at verkið hjá Eydnu er hennara próvtøkuverkætlan, verður tað í staðin víst á framsýning hjá Myndlist A á Glasi í næstum. Tað er Billedkunst- og Designlærerforeningen, ið skipar fyri kappingini.

Vit ynskja Eydnu hjartaliga til lukku.