Kunning:

Næmingar á Glasi fara á námsferðir nú um dagarnar. Spjæðingin av Coronavirusinum COVID-19 ger, at starvsfólk, næmingar, foreldur og avvarandi hava fyrispurningar um, hvussu verður við eitt nú ferðing, fyrivarnum, trygdartiltøkum og møguligum avlýsingum.

Tveir flokkar á 3. ári og allir flokkar á 2. ári á gymnasialum miðnámi fara avstað. Við lærarum eru tað um 320 fólk, sum fara á námsferð. Fráferiðrnar eru 5. og 6. mars og heimferðin er fyri tey flestu 13. mars. Ferðamálið er París í Fraklandi. Ein flokkur fer víðari úr París til Lissabon í Portugal og ein fer víðari til Prag í Kekkia.

Sum støðan er nú, 5. mars, verða ferðirnar sum ætlað. Glasir fylgir ferðatilráðingunum hjá danska uttanríkisráðnum. Um tilráðingarnar verða broyttar, so fylgja vit vegleiðingum og tilmælum frá myndugleikunum.

Fylg ferðatilráðingunum frá uttanríkisráðnum her.

Føroysku tryggingarfeløgini – TRYGD og BETRI – halda seg til tilráðingarnar frá danska uttanríkisráðnum. Hjá báðum feløgum er tað galdandi, at avboðstryggingar eru tengdar at, um uttanríkisráðið frámælir ferðum til ferðamálið.

Fyri at gera sum mest fyri at minka um smittuvanda hava vit – umframt at økja um reingerð á Glasi – fylgt tilráðingum frá heilsumyndugleikunum og kunnað um leiðreglurnar frá Landslæknanum um reinføri og at sleppa undan smittu.

Leinki til tilráðingar frá Landslæknanum:
Slepp undan smittu
Corona-tjekk
Um tú verður sjúk/ur