Mánadagin 18. september hevði Glasir vitjan av Henrik Lehmann Andersen, stjóra í Nordea Grunninum. Hann hevur verið á ferð í Føroyum fyri at kunna føroyingar um grunnin og gera vart við, hvussu grunnurin kann stuðla verktætlaum í Føroyum.
Grunnurin varð stovnaður, tá sparikassar í Danmark síðst í áttatiárunum løgdu saman til tað, sum seinni gjørdist Nordea banki. Grunnurin eigur framvegis 4 prosent av Nordea bankanum, men er annars óheftur av bankanum.
Nordea Grunnurin veitir stuðul til verkætlanir innan serliga hesi øki: Heilsa, rørsla, náttúra og mentan. Grunnurin letur árliga áleið 500 mió. kr. til alskins verkætlanir.
100 mió. kr. av hesum eru serliga ætlaðar yrkisskúlum. Grunnurin metir tað vera av stórum týdningi at útbúgva yrkislærd fólk til tøkniligu menningina og grøna orkuskiftið. Her metir grunnurin, at tørvur er á góðum tólum og amboðum, sum grunnurin gjarna vil stuðla skúlum at ogna sær.
Magni á Lakjuni, vararektari, var vertur og vísti Henrik Lehmann Andersen runt á skúlanum. Tosað varð eisini um ymiskar verkætlanir og stuðulsmøguleikar.