Næmingar á Glasi hava aftur í ár luttikið í “Drughunters” kappingini, sum danska heilivágsfyritøkan Lundbeck skipar fyri sum partur av Forskningens Døgn í Danmark.
Endamálið við kappingini er at geva miðnámsnæmingum møguleika at tvinna fakliga vitan við menning av heilivági. Næmingar í kappingini skulu framleiða ein kunningarpostara um eina sjúku í nervalagnum (centralnervasysteminum) og viðgerðarháttir til hesa.
Næmingar í evnafrøði gjørdu fyrr í ár uppskot, sum lærarar á Glasi síðani valdu at senda inn til kappingina. Lærarar vóru Christina Nolsøe, Maria Chun Nielsdóttir og Gurið Kallsberg Kristiansen.
Ró Signarsdóttir Djurhuus og Enja Zeuthen Davidsen úr 24y og Brá Mohr, Lena Horn og Vár Siri Dyrmose Hansen úr 24z luttóku í finaluni í Danmark, og báðir bólkar vunnu seg upp á 2. plass. Ró og Enja høvdu eina framløgu um PTSD – Post Traumatisk Stress Disorder. Brá, Lena og Vár høvdu eina framløgu um ALS – Amyotrofisk Lateral Sklerose.
Hjartaliga til lukku til tykkum.


Ró Signarsdóttir Djurhuus og Enja Zeuthen Davidsen



Brá Mohr, Lena Horn og Vár Siri Dyrmose Hansen