Sannur jóladámur hevur verið á Glasi vikuna upp til jól. Glasir hevur eins og undanfarin ár verið skrýddur við jólapynti.
Jólahald hevur verið fyri starvsfólki og næmingum. Niðanfyri ber til at síggja myndir frá hesum tiltøkum.
Men fyrst vil Glasir ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár við einum jólakorti, ið Avi Josenius, sum gongur á Dekoratión-breytini á Glasi, hevur sniðgivið.
Jólahald fyri næmingum
20. desembur varð skipað fyri jólahaldi fyri næmingum, áðrenn øll fáa jólafrí.
Í ár varð jólaevangelium lisið, tónleikabólkurin Jólasoul undirhelt og næmingar hugnaðu sær saman viðfloksfelagum við holukøkum, áðrenn ynskt vóru gleðilig jól og góða jólaferiu.
Niðanfyri videobrot er frá jólahaldinum fyri næmingum.
Jólahald fyri starvsfólki
19. desembur varð skipað fyri jólahaldi fyri starvsfólki og familju á Glasi. Niðanfyri eru myndir og eitt videobrot frá tiltakinum.