Harraleysir lutir – klæðir, bøkur og annað, sum verður gloymt ymsa staðni á Glasi – hava nú fingið nýggja goymslu. Staðið er høgi kassin, sum stendur høgrumegin móttøkuna, um tú kemur inn á Glasir gjøgnum høvuðsdyrnar.

Stórt sæð alt gloymt verður lagt har til avheintingar. Tó eru undantøk: Virðislutir, so sum pengapungar, teldur og telefonir verða framhaldandi goymd í læstum skápi í móttøkuni. Alt annað verður lagt á hyllarnar og kurvarnar í høga trækassanum á 4. hædd, sum Arni Clementsen hegnisliga hevur gjørt (myndir síggjast í leinkinum her). Tá klæðir og annað tílíkt hevur ligið eina tíð – tvær, tríggjar vikur – verður tað latið Reyða Krossi.

Her sært tú, hvar gloymdir lutir verða goymdir: