Vit hava lagt 2020 afturum og líta inn í 2021, sum vónandi verður eitt gott og eydnuberandi ár. Nú vit aftur møta á Glasi, liggur ein serlig ábyrgd á okkum øllum. Her á Føroya størsta útbúgvingarstovni eru vit umleið 1.600 lesandi og 250 starvsfólk. Rúm skal vera fyri okkum øllum og vit skulu kenna okkum trygg at koma í skúla og til arbeiðis. Nú smittutølini aftur hava verið hækkandi er tað sera umráðandi, at vit øll fylgja galdandi leiðreglum fyri at minka mest møguligt um smittuvandan.
LEIÐREGLUR, IÐ SKULU HALDAST:
- Vaskið hendur: Hendurnar skulu vaskast ella sprittast, tá vit koma inn á skúlan, tá vit fara inn í skúlastovur, tá vit fara úr stovunum og annars við jøvnum millumbili
- Haldið frástøðu: Vit skulu halda okkum í minsta lagi ein metur frá øðrum, bæði tá vit eru í undirvísingarstøðu, tá vit ferðast í bygninginum og tá vit sita ella eru saman í øðrum høpi
- Avmarkið samband: Vit skulu hava minst møguligt samband millum ymiskar bólkar á skúlanum, eitt nú millum ymsar flokkar, árgangir, breytir og ymsar starvsfólkabólkar. Gevið hesum gætur, serliga í steðgunum ella tá ið vit ferðast í bygninginum
- Haldið tykkum til høgru: Ferðing í bygninginum skal avmarkast mest møguligt. Vit skulu halda okkum til tey øki, vit skulu virka ella arbeiða í. Tá ið vit ganga í bygninginum, skulu vit halda til høgru
- Haldið skúlastovurnar rudduligar: Vaskifólkini hava munandi øktar arbeiðsbyrðar vegna korona. Her skal sprittast av og gerast reint í væl størri mun enn vanligt. Tí mugu vit øll gera okkara og halda stovurnar ruddiligar, so vaskifólkini kunnu gera tað, tey skulu
- Brúkið sprittið, men ikki flyta tað: Spritt er í hvørjari stovu og á ávísum støðum í almennu økjunum. Nýtið sprittið dúgliga, men flytið ikki sprittdunkar ella sprittautomatir. Gerið vart við, um sprittdunkar vænta
Nú skulu vit taka seinasta takið móti smittuni, inntil vaksina móti COVID-19 er her og útlit eru til, at tamarhald fæst á smittuni.