Grøna orkuskiftið á breddan

19. mai 2022

Áhugin var stórur, tá Magnus Rasmussen og Terji Nielsen høvdu framløgu á Glasi um grønan orkupolitik í framtíðini.

Grøna orkuskiftið verður sett á “undirvísingarbreddan” hjá næmingum og lærlingum á Tøkni komandi mánaðin. Í hesum sambandi vóru Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum og Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV og hildu fyrilestrar fyri næmingum og lærlingum, sum ganga á 2. skúlaskeiði, mánadagin 16. mai.

Fyrilestrarnir vóru startskotið til 2 evnisdagar um grøna orkuskiftið, sum verða í næstum. Magnus Rasmussen innleiddi og tosaði um visiónirnar hjá samgonguni innan grøna orkuskiftið. Fyrilesturin hjá Terja Nielsen snúði seg um Føroyar og grøna orkuskiftið – um leiðina til einar “grønar” Føroyar í 2030.

Møguleiki var at seta spurningar og vóru tað fleiri, ið nýttu høvi og settu viðkomandi spurningar.

Avgjørt ein góður og kveikjandi inngangur til evnisdagarnar!