Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, viðmælir yrkisakademiskuútbúgvingina Tænastubúskap. Hon tekur tvey ár, sum fulltíðarlestur á Hægri námi á Glasi, og gevur tær eina rúgvu av møguleikum – bæði við at arbeiða við menning av tænastum og sølu, at gerast íverkseti, stovna egna fyritøku ella útbúgva teg víðari. Nýggjur flokkur í Tænatsubúskapi byrjar síðst í august, og umsóknarfreist er 1. juli. Søk inn her.

Les meira um útbúgvingina her.