HÁKUN ÁRSINS FYRSTA PISA Á GLASI

9. juni 2021

Í dag fekk Hákun Poulsen húgvuna á høvdið sum ársins fyrsti studentur á gymnasialum míðnámi á Glasi í ár.

Hákun, sum hevur gingið í 18x, var uppi í ítrótti, og fekk hann ein góðan og væl uppibornan enda á trimum árum á Glasi. Hann er fyrsta pisa, sum hevur gingið øll 3 árini á Glasi. Korona, sóttarhald, frástøða, fjarundirvísing og annað, sum hevur merkt skúlagongdina, tekur tó ikki nakað av gleðini á stóra degnum, tá húgvan kemur á høvdið.

Vit á Glasi ynskja Hákuni og hansara kæru hjartaliga til lukku.