Mánadagin 30. apríl 2018 vóru umboð fyri handilsvinnuna á vitjan á Glasi við Marknagil. Vinnuhúsið skipaði fyri tiltakinum saman við Glasi. Tiltakið var fyri næmingar á FHS-yrkisnámi, men nøkur frá búskaparbreyt vóru eisini og lýddu á.

Tiltakið var í tveimum. Í fyrra partinum greiddu umboð fyri vinnuna og Glasir frá, at lærlingaleiðin er ein spennandi útbúgving. Tú fært praktiskar royndir og lærdóm í verki, sum koma tær til góðar seinni – eisini um tú fert at gera okkurt heilt annað. Og um tú ynskir at útbúgva teg víðari, er lærlingaleiðin ikki ein blind gøta. Dømi eru um kend fólk, ið byrjaðu arbeiðslívið sum handilslærlingar, og sum síðani hava tikið hægri útbúgvingar, hava leiðarastørv ella eru farin upp í politikk. Útbúnir lærlingar hava atgongd til akademiútbúgvingar á Glasi, tí at teir hava eina yrkismiðnámsútbúgving, og tí lærutíðin telur sum arbeiðsroyndir, ið eru krav fyri at koma inn á hesa útbúgving.

Í seinna partinum av tiltakinum høvdu næmingarnir høvi at tosa við umboð fyri nakrar fyritøkur, sum taka fólk í handilslæru. Fyritøkurnar vóru SMS, Nema, Idé Møblar og Svend Krosstein.

Vit á Glasi takka Vinnuhúsinum og fyritøkunum fyri at tey tóku sær stundir til hetta, soleiðis at næmingarnir eisini eru betur kunnaðir um henda møguleika at útbúgva seg víðari.