Stuttfilmurin “12 ár”, hjá sysktinunum Honnu og Mikkjali Davidsen vann filmskappingina, sum Klippfisk skipaði fyri um vikuskiftið. Luttakararnir fingu 48 tímar at gera filmin. Yvir 70 fólk luttóku – bæði roynd og minni roynd filmsfólk. Hanna Davidsen gongur á Glasi og hevur miðlakunnleika á B-stigi.

Dómsnevndin, sum metti um innkomnu filmarnar, segði soleiðis um besta filmin “12 ár”:

“Hóast tað vóru nógv góð uppskot til besta filmin í ár, so var tað ein samd dómsnevnd, sum í síðsta enda peikaði á vinnarafilmin. Besti filmur í ár vísur eitt stórt yvirskot av frásøgugleði, nærveru og films-handalagi. Ein estetiskur, vísur og poetiskur portrettfilmur um ein 12 ára gamlan drong, sum gleðir seg at blíva vaksin. Og meðan vit bíða, hoyra vit um hansara avbjóðingar, lívsroyndir og dreymar, har drongurin at enda sjálvur tekur avgerð um, at liva beint nú, ístaðin fyri at bíða. Við tryggum hondum, einum vøkrum myndamáli og einum sterkum tempo fortelur filmurin eina kompakta søgu, sum onkursvegna er rørandi, samstundis sum hon bæði er lívsjáttandi og stuttlig. Myndamálið skiftur millum tað subjektiva og tað observerandi. Rútman er sterk og støðug. Alt hetta leiður okkum inn í ein heim, ið vit øll kunnu kenna okkum aftur í. Við støði í tí gerandisliga, sum er í dokumenteraðu løtuni, lyftir filmurin einstaklingin upp í eina tíðarleysa dimensjón, og gevur honum eina rødd, ið er merkt av djúphugsni. Góðu myndirnar styrkja avmáldu løtuna, sum liggur leingi á. Tað er týðuligt, at leikstjórin hevur eina lovandi framtíð innan film.”

Tú kanst lesa meira um vinnarafilmin og um kappingina á blogginum hjá Birgiri Kruse, sum eisini hevur tikið fleiri myndir frá tiltakinum. Vit á Glasi eru errin av Honnu og ynskja henni og Mikkjali hjartaliga til lukku við heiðurinum – og teimum 10.000 krónunum, sum fylgdu við.