14. mai var hátíðarhald á Glasi í sambandi við, at Henriette Svenstrup hevði starvast 50 ár samanlagt fyrst í Hoydølum og síðani á Glasi.

Nógv fólk var samankomið á Glasi fyri at heiðra Henriette – bæði núverandi og fyrreverandi starvsfelagar, samstarvsfelagar, næmingar, familja og vinfólk.

Niðanfyri eru myndir frá hátíðarhaldinum. Vit endurgeva eisini røðuna, sum Una Joensen, rektari á Glasi, helt fyri Henriette.

Røðan hjá Unu Joensen

Góðu tit øll sum eru komin her í dag

Tað er ikki hissini høvi vit savnast til her í dag. Vit hátíðarhalda, at ein av okkara starvsfeløgum hevur 50 ára starvsdag. Og tað er sanniliga nakað at hátíðarhalda – tað eru ikki nógv sum megna tað.

Vegna Glasir skal eg bjóða tykkum øllum – familju, starvsfeløgum og vinum hjá Henriette – vælkomin til hesa hátíðarløtu.

Góða Henriette

Hjartaliga til lukku við hesum stóra degi. 42 ár í Hoydølum og 8 ár her í skúlanum Glasir – 50 ár íalt– tað er sanniliga eitt bragd.

Eg havi kannað og spurt meg fyri, og haldi meg hava funnið útav, at tú ert tann fyrsti lærarin á Føroya Studentaskúla, sum hevur 50 ára starvsdag. So tú skrivar søgu.

Haldi heldur ikki, at tað eru so nógvir studentaskúlalærarar í danska kongaríkinum yvirhøvur, sum hava rokkið 50 ára starvsdegi.

Og tað letur til, at fyri at røkka 50 ára starvsdegi innan hetta yrkið, so skal man vera støddfrøði- og alisfrøðilærari. Tá eg googlaði henda spurning, so fann eg tveir aðrar lærarar, og hesi bæði vóru lærarar í støddfrøði og alisfrøði.

Møguliga er tað innlitið í fysisku lógirnar í universinum og tað, at megna at rokna tað út, sum ger, at tað er soleiðis. Í tínum føri er tað kanska so, at stjørnurnar hava viljað tær tað væl – tú hevur jú eisini undirvíst í stjørnufrøði.

Men eg veit eisini, at tú ert sera væl fyri, og at tú gongur nógv. Úr skrivstovuvindeyganum hjá mær síggi eg omaneftir gøtuni, sum kemur niðri frá Perskonugøtu, og har havi eg mangan sæð teg koma spenandi niðan eftir eins og ein unglingi – og eisini í gjár, júst tá eg sat og fyrireikaði hesi orð komst tú niðaneftir – og á ryggingum hevði tú fulla tasku av ymsum góðum tapas, sum tú bjóðar okkum seinni í dag, og sum vit gleða okkum til. Flestu okkara høvdu nokk tikið bil ella buss í hesari støðu, men ikki tú.

Tá tú byrjaði í Hoydølum vóru fremstu amboðini roknistokkur, logaritmutabellir og høvuðrokning. Síðan komu roknimaskinurnar, teldurnar, internetið og nú vitlíki. Hetta eru broytingar, sum vilja nakað, og sum tú hevur upplivað í tínum langa lívi sum lærari á miðnámi.

Tá alt broytist rundan um ein, er neyðugt at hava sítt stavnhald og støðufesti. Tínir starvsfelagar eru eisini samdir í, at hesi altíð hava verið fullkomuliga greið hjá tær:

Tú sigur tað so væl í samrøðuni við Evu, sum liggur á heimasíðu okkara:

“Virðingin fyri tí einstaka næminginum og virðingin fyri fakinum.“

Og at man “Sum lærari eigur at styrkja næmingarnar í leiðini at blíva vaksin, sum ikki bert er at læra nakað fakligt, men eisini at gerast vaksin í mennandi umstøðum.”

“At gerast vaksin í mennandi umstøðum” – tað er bara spot on. Takk fyri tey orðini – tey fari eg at loyva mær at brúka onkuntíð. Hetta haldi eg vera essensurin í einum miðnámsskúla – at stuðla og vegleiða næmingum víðari í lívinum antin út á arbeiðsmarknaðin ella til víðari útbúgving.

Í okkara stavnhaldi siga vit “at vit vilja gera mun” – og tað hevur tú so sanniliga gjørt. Tey eru nógv, sum tú á onkran hátt hevur hjálpt, vegleitt og stuðlað “í at gerast vaksin”.

Sum fyrrverandi lærari í støddfrøði royndi eg eisini til stuttleikar at kvantifisera hetta og seta tað inn í ein frymil, sum støddfrøðilærarar jú dáma so væl.

Um vit siga, at tú í miðal hevur haft kanska 1,5 nýggjan flokk í miðal hesi árini og siga, at tað eru 36 nýggir næmingar á hvørjum ári, so er talan um eini 1800 næmingar. Um vit siga, at tað í miðal eru fødd 700 børn í Føroyum um árið frá 1960 til 2010 – ella 35.000 børn – so svarar tað til, at tú hevur ”havt ein fingur við í spælinum” hjá 5,1 prosentum av teimum.

Hugsa tær – 5,1 prosent av øllum, sum hava verið í miðnámsskúlaaldri í øllum landinum hesi árini – tað er imponerandi.

Góða Henriette – tú ert eitt rættiligt skúlafólk.

Tú fert í dýpdina og arbeiðir miðvíst og samvitskufult og ert sera faklig.

At brenna fyri støddfrøði, alisfrøði og eisini stjørnufrøði er at verða drivin av forvitni og einum ynski um at skilja, hvussu heimurin og alheimurin hongur saman.

Tá fakligheitin er so brennandi, at hon smittar av upp á næmingarnar, gerst undirvísingin livandi og meiningsfull og skapar forvitni og arbeiðsgleði hjá næmingunum. Tá fakligheit og eldhugi ganga hond í hond, verður læran ein leikur, har spurningar, undran og vitan vaksa saman.

Tá ein brennir so nógv fyri lærugreinunum, kemur tað eisini til sjóndar, tá næmingar verða eggjaðir at royna seg uttan fyri vanliga undirvísing. Tað kann eitt nú vera gjøgnum luttøku í Georg Mohr, sum tú eisini hevur havt tín stóra leiklut við her á Glasi. Eg kann eisini nevna, at okkara luttakarar í hesi kapping í ár higartil hava klárað seg sera væl.

Umframt at undirvíst hevur tú eisini verið í leiðsluni í Hoydølum – formelt sum inspektør, ja – men, sum onkur segði mær, í veruleikanum hevur tú kanska verið í leiðsluni altíð. Áðrenn heitið inspektør var til, ímeðan heitið var til, og aftaná.

Serliga tá tímatalvan skuldi skipast, við øllum tí kompleksiteti, sum fylgir við. Tí tímatalva er ikki nakað, sum bara kann leggjast – hon skal skiljast. Og hon riggaði hjá tær. Øll vistu, at var nakað, ið skuldi skiljast ordiliga, so var tað best at lurta eftir Henriette.

Tú hevur arbeitt saman við 8 rektarum undan mær. Eg eri errin av, at tað er fallið mær í lut at vera rektari fyri einum so dedikeraðum lærara sum tær. Hetta er eitt bragd og vitnar um áhaldni og passión.

Tí eri eg sera glað fyri, at vit kunna hátíðarhalda teg í dag.

Enn eina ferð, hjartaliga til lukku við stóra degnum Henriette. Við øllum góðum ynskjum um blíðan byr framyvir.

TAKK FYRI