Týsdagin 12. mai var hugnaløta á Timbur á Glasi í sambandi við, at 6 lærlingar fingu prógv sum húsasmiðir.
Nógv fólk vóru komin fyri at síggja sveinastykkini og heiðra tey, ið høvdu staðið sveinaroyndina.
Tá lærutíðin hjá teimum 6 er liðug, eru tey formliga timbursveinar. Tey 6 eru frá vinstru í myndini ovast:
- Nóa Nónklett
- Ragnar Ingdorsson
- Andras Martin Høgnason
- Jóhan Réneson Thomsen
- Rókur Sumberg Vestergaard
- Andrea Mýlingstind







