Fyrsta skeiðið í føroyskum sum annaðmál á Glasi var liðugt her fyri jól. Hetta er eisini fyrsta skeiðið í føroyskum sum annaðmál, síðani skipanin varð flutt á Glasir.

Yvir 30 fólk hava lokið fyrsta skeiðið. 19. desembur varð skipað fyri samkomu á Glasi fyri skeiðsluttakarum og avvarðandi í fyrrapartssólini.

Annie Fjallsá, stjóri á Næmingatænastuni á Glasi, handaði skeiðsllutakarum skeiðsváttan og Alex Ocampo, lestrarvegleiðari á Glasi, helt røðu fyri skeiðsluttakarunum.

Niðanfyri eru myndir frá hátíðarhaldinum.