Bókasavnssíðan á heimasíðuni hjá Glasi er dagførd.

E-bókasavnið er víðkað og gevur nú eisini atgongd til Faktalink og Our World in Data umframt nógvar aðrar síður, sum eru góðar keldur og gjørdar av fakfólki. 

Tú kanst eisini lesa um Gale in Contex, Highschool, sum er amerikanskur databasi gjørdur til miðnámsskúlanæmingar við hóp av keldutilfari og er vælegnað til uppgávur so sum BV. Landsbókasavnið, Býarbókasavnið, Bókasavnið við Løkin og Klaksvíkar bókasavn hava hald til tænastuna.

Vælkomin at vitja heimasíðuna hjá bóksavninum á Glasi og sjálvandi eisini bókasavnið á 2. hædd.