Heimasóttarhaldið hjá næmingum og starvsfólkum er sett úr gildi, fjarundirvísingin heldur fram í morgin og undirvísingin byrjar aftur á Glasi mánamorgunin.

Landslæknin hevur boðað frá, at allar kanningar, ið vóru gjørdar mikudagin 23. september, eru liðugt viðgjørdar. Eitt starvsfólk á Glasi er testað positivt, meðan øll hini kanningarúrslitini av starvsfólkum og næmingum á Glasi eru negativ fyri covid-19. Tann smittaði er partur av kendari smittuketu uttanfyri skúlan og hevur sitið í sóttarhaldi síðani farna vikuskiftið.

Landslæknin metir hetta úrslitið at vera í trá við ta útmelding og meting, hann kom við í gjár. Tí kann staðfestast, at smittan ikki er spjadd á Glasi og at smittuketan ikki er byrjað her á skúlanum. Grundað á hetta hevur landslæknin gjørt av, at ikki er neyðugt at gjøgnumføra tær seinnu kanningarnar, ið vóru fluttar frá hósdegi til fríggjadag.

Heimasóttarhaldið, ið hevur verið galdandi á Glasi seinastu vikuna, er tí eisini sett úr gildi við hesi fráboðan.

Fjarundirvísing heldur fram í morgin, fríggjadagin, meðan øll, sum ikki eru í tvungnum sóttarhaldi, møta til vanliga undirvísing mánamorgunin 28. september.

Tó at vit aftur kunnu ferðast frítt, mæla heilsumyndugleikarnir til eyka varsemi, serliga í Havnini, har smittutalið er ov høgt. Tí er umráðandi, at vit øll lurta eftir heilsumyndugleikunum og ikki savnast í stórum bólkum og virða almennu leiðreglurnar, sum hava til endamáls at minka um smittuvandan í samfelagnum.