Hjólvelting, ella «la vélorution» á fronskum, er heitið á altjóða rørslu, sum vil eggja fólki at súkkla meira í gerandisdegnum og nýta ymsar ódálkandi ferðahættir. Og í samsvari við árliga tema, ”Menniskjað og náttúran”, bjóða vit øllum at taka súkkluna við í skúla fyri at luttaka í einum frískligum bólkasúkklutúri, sum byrjar við inngongdina á Glasi eftir skúlatíð fríggjadagin 7. september. Longu á middegi koma nakrir súkklusmiðir framvið og bjóða sær at fiksa okkara súkklur, og hareftir skipar Fólkaheilsuráðið við Mariann Hansen á odda fyri kropsligari upphiting kl. 15:25, og stutt eftir hetta eru vit klár at súkkla ”stille og roligt” í trunka eftir vegunum og oman til Posthúskjallaran, har Grøna Leiðin hjá Tórshavnar Kommunu hevur fingið Vistgrøði at borðreitt við onkrum sunnum. Tey, sum eru liðug eftir 3. blokk, kunnu brúka tíðina til at fáa súkkluna umvælda og kanska at prýða súkkluna við onkrum skemtiligum.