Seinasta vetur tók stormur tað stóra tjaldið, sum timburlærlingar nýttu sum verkstað, tá rúm ikki er fyri øllum virkseminum inni á verkstøðunum. Fyri tjaldið, sum fór í vindinum, er nú reist ein høll, sum við fyribils loyvi í 2 ár kann húsa hesum sama virksemi. Høllin er 240 fermetrar til støddar, og hæddin er um seks metrar, har høllin er hægst. Talan er um eina kalda høll, sum verjir móti vindi og regni. Høllin verður tikin í nýtslu eftir heystferiuna.
Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.