21. mai varð skipað fyri hugnaløtu fyri lærlingum, sum høvdu gjørt sveinastykki í maskinsmíð.
Fleiri meistarar og avvarðandi vóru til hugnaløtuna fyri teimum 10 lærlingunum, sum høvdu gjørt og staðið sveinaroyndina á hesum sinni.
Tey, sum hava staðið sveinaroynd, eru: Dávid Kunoy, Dávid Lamhauge Debess, Doris Debes, Eyðun Jespersen, Fríði Berghamar Sørensen, Fríði Hentze Haraldsen, Fríði Holm, Fróði Johansen, Lýðar Pál Olsen og Teitur Winther.
Lærlingarnir á myndini eru: Dávid Kunoy, Doris Debes, Eyðun Jespersen, Fríði Berghamar Sørensen, Fríði Hentze Haraldsen og Fróði Johansen.
Hjartaliga til lukku við sveinaroyndini.






