19. oktober varð skipað fyri árligu hugskotsverkstovuni fyri næmingum, sum hava valfakið innovatión. Í ár eru heili 6 hold í innovatión, og hetta er tað mesta nakrantíð.

Tað var tískil ein sera spentur vararektari, Magni á Lakjuni, sum tók ímóti einari fúsari fjøld av yvir 100 ungum íversetaraspírum.

Verkstovan er skipað sum ein íverksetaradagur við framløgum frá fyritøkum og stovnum um íverksetan sum heild, og sum ein kapping, har næmingar arbeiða við einum hugskoti, og har tað besta hugskotið verður kosið og fær ein vinning.

Verkstovan er byrjanin til eina menningartilgongd, har næmingarnir stigvíst læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika, og hvussu tey fáa hesar út á marknaðin. 

Uppgávan hjá næmingunum í ár var at menna hugskot undir yvirskriftini “Vakstrarfyritøkur og burðardygd”.

Ocean Rainforest 

Men áðrenn farið var í bólkar at arbeiða at menna hugskot, vóru spennandi fyrilestrar á skránni.

Føroyska fyritøkan Ocean Rainforest hevur seinastu árini ment seg til ein tann størsta evropiska framleiðarin av tara. Fyritøkan framleiðir tara til kundar, sum skapa øðrvísi og nýggjar vørur burtur úr taranum.

Fyritøkan byrjaði við einum dreymi um at skapa ein tarafrumskóg, sum kundi upptaka CO2 og gera sítt til at steðga veðurlagsbroytingum. 

Fíggjarleiðarin í Ocean Rainforest, Steinbjørn í Dali, greiddi frá hugskotinum og menningini seinastu árini.

Business Model Canvas 

Sóley Hammer og Súsanna Laursen úr Hugskotinum í Havn presenteraðu næmingunum fyri einum relativt nýggjum amboði innan hugskotsmenning, sum kallast Business Model Canvas.  

BMC er eitt ógvuliga hent amboð til at gera eina einfalda og visuella virkisætlan, og amboðið verður nýtt av íverksetum niðri í Hugskotinum. 

Frymilin varð nýttur í sambandi við hugskotsverkstovurnar hjá næmingum seinni um dagin.

Intense Cleanse hevði besta hugskot og framløgu 

Skipað fyri verkstovum í bólkum, har arbeitt var við at menna eitt dygdargott hugskot til eina vakstrarfyritøku innan burðardygd.

Bólkurin við besta hugskotinum var Intense Cleanse. Hugskotið byggir á sannroyndina, at bróðurparturin av innihaldinum í sápuvørum í dag er vatn.

Við støði í Business Model Canvas fekk bólkurin hegnisliga eyðmerkt møguleikar og avbjóðingar og gjørt eina virkisætlan, sum byggir á eitt samstarv við Kemilux um at framleiða sáputablettir. 

Vinnarabólkurin vann ein túr í bowlinghøllina við mati.

Í bólkinum vóru Ári Højgaard Ejdesgaard, Brandur Sjúrðarson, Dávur Harðarson, Ingibjørg Ólavsdóttir, Lív Joensen og Marna Brøðraberg. Tær báðar síðstu vanta á myndini niðanfyri.

Fyriskipararnar vóru heilt nøgdir við tiltakið og fegnast serliga um tær mongu og góðu framløgurnar hjá næmingunum.

Tað er ikki bara sum at siga tað at ‘negla’ eina framløgu, tá tú á fyrsta sinni skal leggja fram fyri einum fullsettum fyrilestrarsali.

Fleiri myndir frá tiltakinum er at finna niðanfyri.