Hósdagin 11. juni var húgvudagur á serbreytini á Glasi, har skipað varð fyri hugnaløtu og húgvuhandan. 5 næmingar eru lidnir við skúlagongdina á breytini í ár:

Ívar Iversen, Martin Krosstein, Hallur Rasmussen, Magnus Sørensen og Ári Müller.

Eisini fingu Ronja Abigail Ørvarodd og Julian Matteus Hansen rósu, tí tey fara víðari. Ronja fer at arbeiða, og Julian flytir til Danmarkar, har hann fer víðari í skúla.

Filip á Smið, sum er kendur frá sendingini Hoydal, og sum gongur á Glasi, sang fyri næmingum og avvarðandi.

Hjartaliga til lukku øll og góða eydnu framyvir.