Ein góð og rørandi løta, tá 5 av okkara dugnaligu næmingum á serbreytini fingu húgvuna.

Hugnaliga og hátíðarliga løtan byrjaði við felagssangi, síðan helt Katrin Olsen, samskipari á serbreytini, røðu fyri næmingunum. Eftir røðuna spældi bólkur, mannaður við næmingum á serbreytini, tvey løg.

Undir sjálvari húgvuhandanini, bar Katrin Olsen, teimum, ið fingu húgvu, eina heilsu, har hon m.a tók fram teirra heilt serligu evni. Janus W. Mortensen legði eisini leiðina framvið og spældi tvey løg.

Vit ynskja Alexandur, Axel, Emil, Fríða og Fríðu hjartaliga tillukku og alt tað besta í framtíðini.