6 húsasmiðir tóku í farnu viku sveinaroynd. Í hesum sambandi var samkoma á timburdeildini á Glasi, har sveinar, avvarandi og lærarar vóru til staðar.
27. juni verður almenna prógvhandanin, tá hesir 6 fáa handað prógv.
Teir sum tóku, og sum eru á myndini omanfyri, vóru frá vinstru
- Rúni Joensen
- Hans Andrias Trúgvason Johansen
- Eiri Magnusson
- Rói Hansen
- Rani í Dali
- Mortan Johannesen, vantar á myndini.
Her eru nakrar myndir frá samkomuni.