Mikudagin 20 desember var samkoma á Glasi í sambandi við, at 5 húsasmiðir stóðu sveinaroynd.

Húsasmiðirnir fingu handað skúlaváttan fyri staðið avrik frá leiðandi lærara á timburdeilini, Kenneth Olsen.

28. februar 2024 verður almenna prógvahandanin fyri yrkisnám á Glasi, har umleið 60 sveinar fáa handað prógv á hátíðarhaldi.

Teir, sum tóku sveinaroynd hesu ferð, vóru (frá vinstru á myndini ovast):

  • Hákun Jóhansson Stenberg
  • Eyðun Ranason Nolsøe
  • Pauli Nolsøe Vang
  • Rógvi Høgnesen
  • Magnus Dalsgaard

Hjartaliga tillukku til tykkum.

Her eru nakrar myndir frá samkomuni.