Árligi filmsfestivalurin Íðunn var hildin fyri aðru ferð í farnu viku, og hesuferð var tað ræðufilmurin “Paranoia”, sum ognaði sær flestu virðislønirnar, m.a. Besti Filmur.

Hóskvøldið í farnu viku vóru 6 filmsvirðislønir handaðar til próvtøku-filmarnar hjá miðlakunnleika flokkunum á Glasi. Talan var um heili 15 filmar og 6 ymiskar kategoriur. Næmingarnir høvdu gjørt nógv burturúr við bæði tí reyðu langmottuni, vertum fyri kvøldið, tónleik, grafiskan samleika og undirhaldi.

Tað vóru tríggir filmar, sum gingu aftur millum teir tilnevndu og vinnarnar, nevniliga vangamyndin “Eitt interview við Óla Mittún”, parody-komedian “Bilfløskan” og ræðufilmurin “Paranoia”. Tað var sera tætt millum hesar filmarnar, og teir deildu eisini tær flestu kategoriurnar millum sín. “Eitt interview við Óla Mittún” fekk virðslønina fyri Besta Klipping, meðan “Bilfløskan” vann fyri Besta Handrit. “Paranoia” streyka hareftir avstað við bæði Besta Ljóð og Besta Mynd – nakað sum ræðufilmurin megnaði sera væl. Afturat hesum vann filmurin “Samrøðan” Besta Sjónleikaraavrik fyri leiklutin “Gunnar Gunnarsen”.

Spenningurin var tí í top, tá Besti Filmur skuldi avdúkast, men aftur her dróg “Paranoia” longsta stráðið og vann sostatt tað eftirsóknarverda Súrepla-steypið hjá Íðunn og tilsamans tríggjar virðislønir hetta kvøldið. Dómsnevndin, sum hesuferð var mannað av Juliu í Kálvalíð, Rannvá Jónsdóttir og Pætur M. Dahl, legði stóran dent á, hvussu tætt tað var ímillum filmarnar, men at í síðsta enda mátti ein filmur veljast framum hinar.

Filmsfestivalurin helt á út á miðnátt við karaoke og góðum hýri, og fyriskiparnir gleða seg longu nú til næsta ár.