Mikudagin 19. mai varð Íðunn Filmfestivalurin á fyrsta sinni hildin á Glasir, har heiðurslønir vórðu handaðar fyri dygdaravrik innan filmslistina.
Hugskotið við Íðunn filmfestivalinum er, at miðlakunnleikanæmingar á Glasi kunnu lata inn teirra filmar, so at øll, ið hava valt miðlakunnleika kunnu fáa høvið at síggja filmarnar hjá hvørjum øðrum. Afturat hesum er ein uttanhýsis dómaranevnd sett at meta um avrikini hjá næmingunum. Seks heiðurslønir eru at vinna, og til hvørja av teimum eru tríggir filmar tilnevndir.
Í farnu viku gekk alt hetta upp í eina hægri eind, har vit øll komu saman og hugnaðu og stuttleikaðu okkum við alskyns undirhaldi, so sum tónleikaframførðslum, spølum, og ikki minst, handanin av filmheiðurslønunum. Besti filmurin fór avstað við tí eftir tráðaða silvurlitta Íðunn Súreplinum.