Vegna illveður er nærum øll samferðsla niðurløgd í dag. Harumframt heitir løgreglan á fólk í høvuðsstaðnum um ikki at fara frá húsum í dag.

Orsakað av hesum, verður øll undirvísing á Glasi í dag á TEAMS, í tann mun tað ber til. Tey starvsfólk, ið kunnu loysa sínar uppgávur heima, gera tað í dag. Næmingar, lærlingar og lesandi fylgja við á Tímaglasinum. Har sæst, um undirvísingin verður á TEAMS, um broytingar eru í tímatalvuni og um tímar verða avlýstir.